Borgarstjóri í Gdansk stungin niður og dripin

Borgarstjóri í Gdansk stungin niður og dripin
Pawel Adamowicz, borgarstjóri í Gdansk, doyði í gjár av løstunum, sum hann fekk, eftir at vera stungin niður á palli undir einum vælgerðartiltaki
 
15.01.2019 - 10:07

Túsundtals borgarar savnaðust í býum í Póllandi, tá tað í gjár frættist, at borgarstjórin í Gdansk varð deyður av løstunum, sum hann fekk, eftir at vera stungin niður á palli undir einum vælgerðartiltaki sunnukvøldið.

Í Gdansk savnaðust fleiri túsund fólk uttan fyri ráðhúsini, har Pavel Adamowicz arbeiddi sum borgarstjóri í meira enn 20 ár.

The Guardian skrivar, at formaðurin í Europaráðnum, Donald Tusk, sum er úr Gdansk, og sum var vinmaður og politiskur sameindur við Adamowicz, helt røðu.

- Góði Pawel. Tú noyddist at bíða so leingi, til hesa sorgarstund, fyri at síggja úr erva, hvussu nógv vinfólk tú hevur her í Gadansk, segði Tusk.

Dóttur Pawel segði eisini nøkur orð um pápa sín.

Adamowicz doyði í gjár eftir at hava verið undir skurði í meira enn fimm tímar sunnukvøldið.

- Vit kundu ikki vinna, segði pólski heilsumálaráðharrin.

Ein 27-ára gamal maður úr Gdansk, sum er gamal kenningur hjá løgregluni, er ákærdur fyri drápið. 

Hann varð leyslatin úr fongsli í síðsta mánaði. 

Eftir at hava stungið borgarstjóran, segði hann við fjøldina av fólki, at hann gav fyrrverandi flokkinum hjá Adamowicz skyldina fyri, at hann varð fongslaður í 2014 fyri fleiri harðskapstilburðir, skrivar The Guardian.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375