Eini maðurin skuldsettur fyri harðskap

Eini maðurin skuldsettur fyri harðskap
Ein maður er nú skuldsettur fyri harðskap, ein annar verður møguliga eisini skuldsettur, eftir at nakrir mans komu til ilnar í Vágsbotni í morgun.
 
19.01.2019 - 16:58

Ein maður er skuldsettur fyri harðskap eftir ein bardaga í Vágsbotni í Havn stutt fyri klokkan trý í nátt.

Sambært vakthavandi á politistøðini verður ein maður afturat møguliga skuldsettur, somuleiðis fyri harðskap.

Fleiri ungir mans komu til ilnar í Vágsbotni í Havn í nátt. 

Tveir mans fingu skaða - men tó ikki varandi mein, upplýsir vakthavandi.

Løgreglan er enn ikki liðug at kanna málið og gera neyðugu avhoyringarnar.

Hóast ein maður er skuldsettur, er hann tó ikki varðhaldsfongslaður.

Menninir í hesum harskapsmáli vóru millum 20 og 30 ára gamlir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860