Ísrael framt hevndarálop á iranskar støðir í Sýria

Ísrael framt hevndarálop á iranskar støðir í Sýria
Ísrael hevur skotið móti iranskum málum í Sýria. Tað hendir eftir álop úr Sýria, sum ísraelski herurin megnaði at steðga. 
 
21.01.2019 - 18:19

Deildir hjá ísraelska herinum lupu í nátt á tað, sum hildið verður er hálvhernaðarligi iranski uppreistrarherurin, Quds, í Sýria. 

Ísraelska verjan sigur, at álopið var aftursvar til rakettir, sum Quds-deildirnar skutu móti Golanheyggjunum í gjár.

Ísrael vardi seg ímóti álopinum úr Sýria, sum skuldi raka sivilfólk í Ísrael, sigur verjan, sambært daglbaðnum Haaretz.

Í minsta lagi 11 sýriskir stríðsmenn lótu lív, - tveir teirra vóru limir í sýriska mannarættindabólkinum í útlegd, SOHR.

Russland

Russland hevur kunngjørt onnur tøl. Verjumálaráðið í Moskva upplýsir, at fýra sýriskir hermenn lótu lív og seks fingu skaða, sambært almennum miðlum.

Russiska verjumálaráðið sigur víðari, at sýriski herurin hevur skotið niður 30 ísraelskar krússaraspreingiløðingar og rakettir, og at Ísrael tríggjar ferðir skal hava lopið á í vestur- og suður-Sýria.

Ísrael upplýsir, at ein venjingarlega hjá iranska herinum og ein fregnartænastumiðstøð eru nøkur av málunum í nátt, sum Ísrael rakti í Sýria. Eisini vápnagoymslur, støðir við altjóða flogvøllin í Damaskus, og luftverju-skotdeildir vóru rakt, sambært ísraelska herinum.

Forða erkafíggindanum

Benjamin Netanyahu hevur seinastu tíðina verið meiri opin um ísraelsku álopini í Sýria, og tað verður, sambært greinarum, mett at vera partur av valstríðnum hjá honum til parlamentsvalið, sum verður 9. apríl.

- Okkara aðalregla er at leypa á iransku støðirnar í Sýria, og at oyðileggja tey, sum royna at skaða okkum, segði Netanyahu við journalista í gjár.

Men Ísrael kann við hesum gera spentu viðurskiftini við Sýria og Iran og við Russland verri.

Ísraelskir myndugleikar hava sagt, at landið fer at gera tað, sum er neyðugt, fyri at forða erka-fíggindanum, Iran, í at fáa fótafesti í grannalandinum Sýria og leypa á Ísrael hagani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425