Meldaðir fyri at flúgva ov tætt við dronu

Meldaðir fyri at flúgva ov tætt við dronu
Fólk á Trøllanesi vórðu gjáramorgunin so forsyndað inn á útlendingar, sum flugu við dronu í bygdini, at tey avgjørdu at melda tilburðin
Tveir útlendingar, ið flugu við dronu her á Trøllanesi, vórðu í gjár meldaðir til løgregluna, tí teir flugu ov tætt at húsum hjá fólki
 
21.01.2019 - 08:06

Tveir útlendingar flugu við dronu í góðveðrinum á Trøllanesi gjáramorgunin um 11 tíðina, men hesir flugu so tætt við húsini hjá fólki, at tey meldaðu.

Tá teir báðir útlendingarnir komu á Klaksvíkina seinnapartin í gjár, stóð løgreglan fyri teimum. Útlendingarnir sluppu við einari átalu frá løgregluni, og meira verður ikki gjørt við málið.

Hetta er ikki nakað eindømi, at fólk eru meldað fyri flúgva ov tætt at privatari ogn hjá fólkum. Hetta gerst alsamt meira vanligt, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. november
Vágskálin: Frá Jóannesi bónda til Frú S
216535
Mikudag 18. november
Skratsj 18. nov. 2026
216628
Mikudag 18. november
Mono 3 - Fróði Løksagarð - 181126
216627
Mikudag 18. november
Mannakor og korona 1:4
216604
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486