Grundarlagið at lækka tímtalið ov veikt

Grundarlagið at lækka tímtalið ov veikt
Herálvur Jacobsen er formaður í Føroya Lærarafelag
 
02.02.2019 - 12:13

Grundarlagið hjá landsstýrinum at lækka tímtalið í Fólkaskúlanum er ov veikt. Tað heldur Føroya Lærarafelag, sum hevur latið hoyringarsvar í samband við uppskotið um at bróta fólkaskúlalógina.

Haraftrat eru broytingarnar ov stórar og hava ov stórar avleiðingar til at kunna setast í verk eftir so stuttari tíð, heldur Føroya Lærarafelag.

Fyrrverandi landsstýriskvinnan í skúlamálum, Rigmor Dam, vildi lækka tímatalið hjá føroyskum børnum, tí tey ganga nógv í skúla samanborið við børnini í okkara grannalondum, og hetta er ein bági fyri tærra læring.

Men tað ber ikki til at samanbera samlaða undirvísingartímtalið hjá okkara næmingum við undirvísingartalið í fólkaskúlum í grannalondum okkara og brúka tað sum grundgeving fyri at lækka undirvísingartalið hjá okkum, sigur Føroya Lærarafelag.

Eitt nú ganga næmingar uttanlands allir í forskúla, áðrenn teir byrja í skúla, men í Føroyum ganga einans 25 prosent av børnunum í forskúla. 

Eingin kanning er gjørd, sum vísir at langir skúladagar er orsøk til at næmingarnir eru troyttir og ikki tíma skúlan, vísir Lærarafelagið á.

Hinvegin hava kanningar aðrastaðni víst, at tað er greiður samanhangur millum talið á undirvísingartímum og úrtøkuna hjá næmingunum. 

Gamaní vísa kanningar eisini, at um tímatalið er ov høgt, kann tað ávirka trivnaðin hjá næmingunum neiliga. Her veldst tó í stóran mun um, hvussu undirvísingin verður skipað. Eru umstøður fyri fjølbroyttari undirvísing, minka neiligu árinini, sigur Føroya lærarafelag, sum er ímóti at skerja tímatalið. Heldur eiga vit at seta fleiri lærarar.

- Um undirvísingin skal verað meiri fjølbroytt, so mugu næmingarnir møta meiri verkligum og listarligum arbeiðshættum í skúlatíðini, ið fyri summar næmingar er í so bóklig. Hesir arbeiðshættir krevja fleiri hendur, og tí er loysnin at seta fleiri lærarar at undirvísa, skrivar Lærarafelagið.

Verður tímatalið skert, gongur tað útyvir veikastu næmingarnar - eitt nú vísa starvsfólk í barnaverndartænastuni á, at skúladagurin er tann best skipaði parturin av degnum hjá hesum børnum. Tað ger støðuna verri hjá teimum, at skúlavikan verður stutt við tveimum tímum, verður sagt í hoyringarskrivinum.

Felagið heldur at ætlanin er at spara pengar, og sigur seg ikki síggja nakra trygd fyri, at leysgivnu tímarnir verða nýttir í fólkaskúlanum. 

- Mentamálaráðið hevur seinnu árini verið illa spert fíggjarliga, og okkurt árið hevur fígging ikki verið til tær lønarhækkingar, sum lærarar hava vunnið. Tí er ikki ógrundað at hugsa, at tann ovurhonds sparing, sum tað er, at lækka vikutímatalið við tveimum tímum í øllum flokkum, í størri mun er grundað á ynski um at fáa fíggjarkarmin at passa, heldur enn námsfrøðiligar metingar, sigur Lærarafelagið í sínum hoyringarskrivi. 

Hoyringarfreistin var úti 23. januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891