Sjey ferðir minni játtan enn útreiðslurnar vóru

Sjey ferðir minni játtan enn útreiðslurnar vóru
Trot á dagsstovnaplássum kostar Tórshavnar kommunu.
 
27.02.2019 - 13:18

At trot er á ansingarplássum í Tórshavnar kommunu, sæst aftur í uppihaldspeninginum, sum varð goldin í fjør.

Almannaverkið hevur boðað kommununi frá, at í fjør vórðu brúktar 467.700 kr. til hetta. 

Hetta eru pengar, sum kommunan skal rinda Almannaverkinum aftur.

Játtanin hjá kommununi í 2018 var bara 66.000 kr., meira enn sjey ferðir minni.

19 foreldur í Tórshavnar kommunu fingu slíka uppihaldshjálp í fjør. 

Fyrsta gjaldið var í februar 2018. Longsta tíðarskeiðið, sum veitt er fyri, er fýra mánaðir. 

Kommunan sigur, at kontan í mong ár at kalla onga játtan hevur havt, tí nóg nógv ansingarpláss hava verið.

Men í 2010 rindaði Tórshavnar kommuna 1,6 mió. kr. til uppihaldshjálp.

Í 2011 fór talið heilt niður í 235.000 kr., og datt so burtur.

Trot á ansingarplássum

Men nú er aftur trot á ansingarplássum.

Higartil í ár hava 13 foreldur søkt um váttan fyri vantandi barnaansing. 

Seks teirra lúka treytirnar fyri at fáa váttan, sigur kommunan.

Býráðið fer í annaðkvøld taka støðu til eitt tilmæli frá umsitingini um at játta tær 406.700 krónurnar, sum restaðu í í fjør.

Pengarnar hevur landið longu tikið av kommunuskattinum.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454