Húsagangurin merkist aðrastaðni

Húsagangurin merkist aðrastaðni
Airport Associates, sum er flogtænastu-felag hjá m.a. Wow Air, hevur sagt 315 starvsfólkum úr starvi. Fyritøkan hevur góð 400 starvsfolk
 
29.03.2019 - 17:44

Sigtór Kristinn Skúlason, forstjóri í Airport Associates, sigur við íslendska kringvarpið, at meginparturin av teimum uppsøgdu hava fingið tilboð um at arbeiða niðursetta tíð og í øðrum vaktum. 

Skúlason sigur, at helmingurin av uppgávunum hjá Airport Associates hava verið fyri Wow Air. 

Eisini byggifelagið Gylfa og Gunnar hevur sent 40 fólk til hús. Talan er um 32 starvsfólk og átta undirveitarar. 

Avgerðin varð tikin í gjár eftir at Wow Air boðaði frá, at tað var farið á húsagang. 

Gylfi Ómar Heðinsson, stjóri í Bygg, sigur við íslendska kringvarpið, at tey hava bundið um heilan fyri í sambandi við tað, sum hendir í samfelagnum nú. 

- Vit hava bygt nógv á Suðurnes-økinum, men vit vita ikki, um vøksturin heldur fram, sigur hann. 

Eisini tollfríi handilin á flogvøllinum í Keflavík verður raktur av húsaganginum. Har eru í dag seks fólk søgd úr starvi. 

Varastjórin fyri Tollfría handilin sigur, at 30 prosent av teimum, sum keypa í tollfría handlinum eru ferðafólk hjá Wow Air, og tí merkist tað. 

Húsagangur hjá Wow Air sæst aftur í hagtølum fyri arbeiðsloysi, - tað vaks 5 - 15 prosent, skrivar Ruv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666