Oyndarfjarðarvegurin verður ikki breiðkaður

Oyndarfjarðarvegurin verður ikki breiðkaður
Vegateinurin millum Oyndarfjørð og Hellurnar verður ikki breiðkaður á hesum sinni
 
03.04.2019 - 14:22

Umboðini hjá samgonguni í Fíggjarnevndini taka ikki undir við uppskotinum hjá Kára P. Højgaard, Bill Justinussen og Magnusi Rasmussen, tingmonnum, um at breiðka vegateinin millum Oyndarfjørð og Hellurnar.

Í álitinum frá Fíggjarnevndini siga umboðini hjá samgonguni, at tey eru samd við uppskotsstillaran um, at vegateinurin treingir til ábøtur. Men kortini mæla tey til at fella uppskotið.

Landsstýrismaðurin hevur kunnað Løgtingið um, at ítøkiligar ætlanir eru um at seta upp bilverju í næstum á einum vegastrekki upp á 300 - 400 metrar, har tað verður mett neyðugt við atliti at ferðslutrygdini.

Eisini sigur landsstýrismaðurin, at vegateinurin verður við í uppfylgjandi arbeiðinum við nýggjastu samferðsluætlanini, sum varð løgd fram í vár.

Við hesum viðmerkingum mælir minnilutin Løgtinginum frá at taka undir við uppskotinum, stendur í álitinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970