12+ verður nýggjur karakterur í Danmark

12+ verður nýggjur karakterur í Danmark
Danska undirvísingarmálaráðið eftirmetir nú 12-karakterstigan, og nýggjur karakterur í stiganum verður 12+
 
12.04.2019 - 19:41

Danski undirvísingarmálaráðiarin, Merete Riisager, sigur, at við 12-tals-stiganum ber ikki til at løna nøkrum, sum er sermerkt, og tí verður 12+ sett inn í stigan. 

12+ verður eyka til 12-talið, og telur tí tað sama, sum 12, tá tú roknar miðaltalið. Men í próvnum fer grundgeving at standa fyri, at viðkomandi hevur fingið 12+.

Hanna Jensen, landsstýriskvinna í útbúgvingarmálum, sigur í stuttari viðmerking, at tá danir hava broytt stiga, verður tað tikið upp í Føroyum. Og skipað kjak verður um tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558