Hvassur kritikkur frá Landsgrannskoðaranum

bannari
Hvassur kritikkur frá Landsgrannskoðaranum
Allir partar hava svikið, tá tað kemur til byggigøluna í Marknagili
Allir partar hava svikið, tá tað kemur til byggigøluna í Marknagili, er niðurstøðan í frágreiðing hjá Landsgrannskoðaranum
 
12.04.2019 - 12:20

Hvørki Landsverk, Samferðslumálaráðið, Mentamálaráðið, Løgmansskrivstovan ella Løgtingið sleppa undan atfinningum, nú Landsgrannskoðarin er komin við síni frágreiðing um, hvussu skúlabyggingin í Marknagili fór á glið fíggjarliga.

Frágreiðingin um byggigøluna staðfestir somuleiðis, at politiski myndugleikin og landsfyrisitingin hava einki gjørt við tær ávaringar, sum hóast alt hava verið.

 >> SÍ EISINI Glasir kanning liðug

Frágreiðingin lýsir Landsverk sum ein stovn við fíggjarligum óskili og út av lagi vánarligari fíggjarstýring.

Samferðslumálaráðið verður lýst sum eitt aðalráð, sum einki hevur gjørt fyri at røkja sína eftirlitsskyldu við Landsverki, sum aðalráðið annars hevur evstu ábyrgd av.

Mentamálaráðið verður lýst sum eitt aðalráð, sum ikki hevur lyft ein fingur fyri at at hava eitt veruligt eftirlit við teimum hundraðtals milliónunum, sum løgtingið hevur játtað aðalráðnum til at byggja ein skúladepil fyri, og aðalráðið síðani hevur latið Landsverk umsita fyri seg.

Landsverk kom við skeivum rapporteringum

Um Landsverk sigur Landsgrannskoðanin millum annað, at stovnurin kom við skeivum rapporteringum um fíggjarstøðuna - stutt sagt tí at tey ikki brúktu tær skipanir, sum skulu brúkast fyri at geva røttu myndina av útreiðslunum.

Landsgrannskoðanin vísir á, at "heldur enn at hava eitt skjal sum sankar saman allar upplýsingarnar um arbeiðstøkur, sáttmálar og avtalur fyri byggjaríið, so er talan um, at hvør byggileiðari hevur havt sítt Fíggjarstýringsskjal at stýra eftir.

Hetta førdi við sær, at Fíggjarstýringsskjalið, sum skuldi vera meginstýringsamboðið, misti sín týdning. Torført hevur verið at hildið skil á, hvat er brúkt uppá verkætlanina - tí veruliga kostnaðinum - og tískil hevur kunningin um kostnaðin, til avvarandi myndugleikar, í besta føri verið ivasom."

Landsgrannskoðanin staðfestir enntá, at verkætlanarleiðslan misti takið á fíggjarstýringini á vári 2018.

Yvirskipað ger Landsgrannskoðanin hesa niðurstøðu:

"Mest sannlíkt er, at Landsverk hevur havt eina “rullandi” meirnýtslu í fleiri ár, uttan at tað hevur kunna sæst í landsroknskapinum. Orsøkin til tað er, at sonevnda “Fíggjarstýringsskjalið”, ið skuldi brúkast til at stýra byggingini, eisini fíggjarliga partinum, hevur ikki verið brúkt, sum tað skal, seinastu árini. 

Landsgrannskoðanin dregur síðani samanum:

"Samanumtikið vísir kanningin hjá Landsgrannskoðanini, at vantandi virðingin fyri grundleggjandi reglum um stýring og eftirlit, hevur verið atvoldin til, at tey tøl, ið Landsverk hevur lagt fyri Mentamálaráðið, og sum Mentamálaráðið hevur váttað fyri Fíggjarmálaráðnum, hava ikki verið røtt. Tað hevur gjørt, at landsroknskapurin, ið Løgtingið hevur samtykt, hevur ikki verið rættur."

Samferðslumálaráðið, sum hevur evstu ábyrgdina av Landsverki, fær eisini hvassar atfinningar frá Landsgrannskoðaranum, sum skrivar:

"Landsgrannskoðanin ivast í, um Samferðslumálaráðið hevur útint sína eftirlitsskyldu, tá ið ráðið hevur verið vitandi um teir trupulleikar, ið hava verið við byggingini av Skúladeplinum við Marknagil, og ikki hevur spurt ella kannað, um tað kundi verið brek innanhýsis hjá Landsverki, ið er ein stovnur undir málsøkinum hjá Samferðslumálaráðnum."

 >> SÍ EISINI Løgmansstjórin: SMR hevur ábyrgd av Landsverki

Í frágreiðingini staðfestir Landsgrannskoðarin, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum so seint sum í apríl í fjør hevur tvíhildið um, at alt var í lagi. Landsgrannskoðarin skrivar soleiðis:

"Tó at landsstýrismaðurin í samferðslumálum í apríl 2018 hevur boðað løgmanni frá, at eftirlitsskipanin SEYF, sum varð brúkt í sambandi við byggiverkætlanirnar, ið Landsverk umsat, hevði roynst væl, síðani hon varð tikin í nýtslu, og at hon varð brúkt til allar íløgur, sum Landsverk umsat fyri aðalráð og Løgtingið, so vísir kanningin hjá Landsgrannskoðanini, at hvørki SEYF ella Fíggjarstýringsskjalið hevur verið brúkt nøktandi til Skúladepilin."

 >> SÍ EISINI Les meira: Her er øll frágreiðingin um Glasir

Hetta er als ikki nøktandi, staðfestir Landsgrannskoðanin, og leggur afturat:

"Tað átti at verið ein sjálvsagdur partur av góðkenningini av roknskaparreglugerðini og roknskaparviðurskiftum annars, at Samferðslumálaráðið tryggjaði sær, at Landsverk hevði skrivligar mannagongdir fyri roknskaparhaldinum og fíggjarstýringini við verkætlanum, ið stovnurin umsitur fyri aðalráðini."

 >> SÍ EISINI Landsgrannskoðanin ávaraði um vantandi kunning

Tað er Mentamálaráðið, sum eigur skúladepilin í Marknagili, og tað er eisini Mentamálaráðið, sum tekur ímóti og hevur ábyrgdina av teimum pengunum, sum løgtingið játtar til byggingina.

Men hesa ábyrgd hevur Mentamálaráðið ikki livað upp til, sigur Landsgrannskoðanin, ið skrivar soleiðis:

"Tann fíggjarligi parturin av byggingini hevur verið sera nógv umtalaður, bæði í Løgtinginum og í almenna rúminum, og tí kann tað tykjast undranarvert, at Mentamálaráðið ikki skal hava sóknast eftir øðrum skjalprógvi, fyri at peningurin fór at røkka til alla byggingina, enn at spyrja eina ferð um mánaðin, um stjórin á Landsverki helt, at játtanin fór at halda."

Gjørdu frágreiðing longu í 2013

Heldur ikki politiska skipanin hevur gjørt sína skyldu í byggigøluni Glasir.

Heilt aftur í 2013 lat Landsgrannskoðanin løgtingsgrannskoðarunum eina frágreiðing um byggiverkætlanir seinnu árini.

Árið eftir - í 2014 - samtykti løgtingið einmælt at biðja landsstýrið koma við eini frágreiðing um, hvussu til ber at tryggja greiða leiðslu, ábyrgd og útinnan, tá ið almennar byggiverkætlanir verða framdar. 

 >> SÍ EISINI Dýrkaður 91 milliónir síðani skúlabyrjan

Trý ár seinni - í september 2017 - spyrja løgtingsgrannskoðararnir løgmann, nær hann væntar at henda sama frágeiðing verður liðug og løgd fyri løgtingið.

Átta mánaðir seinni - á sumri 2018 - svarar løgmaður. Hann vísir til tað, sum landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur sagt nakrar mánaðir frammanundan, hin 16. apríl 2018. 

Tá segði landsstýrismaðurin millum annað, at eftirlitsskipanin SEYF, sum varð brúkt í sambandi við byggiverkætlanirnar, ið Landsverk umsat, hevði roynst væl, síðani hon varð tikin í nýtslu, og at hon varð brúkt til allar íløgur, sum Landsverk umsat fyri aðalráð og Løgtingið.

 >> SÍ EISINI Landsgrannskoðarin skal endavenda byggigøluna

Men hetta er skeivt, skrivar Landsgrannskoðarin, ið sigur soleiðis:

"Eftir kanningunum, ið Landsgrannskoðanin hevur gjørt, er tað ikki rætt, at SEYF hevur verðið brúkt og “roynst væl” síðani 2013/2014, í øllum førum tá ið um Skúladepilin við Marknagil ræður."

Og so leggur landsgrannskoðarin afturat: 

"16. mai 2017 lótu løgtingsgrannskoðararnir Løgtinginum notat um játtanar- og útreiðslugongdina hjá Skúladeplinum við Marknagil.

 >> SÍ EISINI Landsverk: Mannagongdir á Landsverki eru tryggar

Landsgrannskoðanini kunnugt, er notatið ikki tikið upp ella viðgjørt skipað í nøkrum høpi í landsfyrisitingini."

Við nýggjastu umbønini um eykajáttan er samlaða rokningini fyri skúladepilin í Marknagili komin upp á 728,5 milliónir krónur.

Tá er gerðarrættarmálið millum Landsverk og TG Verk ikki talt við. Landsverk hevur eitt 75 milliónir krónur stórt krav ímóti sær, og hevur sett fram mótkrav upp á 86,6 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977