Ivast ikki í at løgfrøðiútbúgvingin gevur størv

Ivast ikki í at løgfrøðiútbúgvingin gevur størv
Mentamálaráðið stúrir ikki fyri, at føroyska løgfrøðiútbúgvingin ikki fer at geva fólki rætt til at vera advokatar og dómarar í Føroya rætti
Hvørki Mentamálaráðið ella Fróðskaparsetrið ivast ikki í, at fólk, sum fara at lesa løgfrøði í Føroyum, fáa starv í Føroya rætti
 
16.04.2019 - 12:59

Tað sigur Hanna Jensen, landsstýriskvinna, sum hevar svarað Helga Abrahamsen, tingmanni. Fróðskaparsetrið hevur fingið loyvi frá Mentamálaráðnum at fara undir eina trý ára bachelorútbúgving í løgfrøði. 

Fróðskaparsetrið arbeiðir við, og ætlar eisini at biðja um góðkenning til embætisprógv í lóg, sum skal verða yvirbygningurin í eini siðbundnari fimmára útbúgving í løgfrøði.

 >> SÍ EISINI Útbúgvingin kann ikki brúkast

Í sambandi við góðkenningina hevur Mentamálaráðið biðið Fróðskaparsetrið tryggja sær, at nýggja útbúgvingin verður góðkend í Danmark, so fólk kunnu fáa starv sum dómarar, advokatar og ákærar í Føroyum á jøvnum føti við tey, sum hava lisið í Danmark.

Men Fróðskaparsetrið heldur, at hetta longu ber til sum er.

Danskt valdast

Sambært rættargangslógini, sum er galdandi fyri Føroyar, skulu advokatar í Føroya rætti hava danskt prógv.

 >> SÍ EISINI Advokatur: - Vit mugu eta stoltleikan

Hetta er tó ein tulkingarspurningur, heldur Fróðskaparsetrið. Danskt og Danmark kann merkja alt ríkið í hesum førinum. Fróðskaparsetrið ásannar tó, sigur Hanna Jensen, at allir myndugleikar eru ikki samdir um hesa tulking.

Tí gerst helst neyðugt, at rættargangslógin verður broytt, so eingin ivi er um, at danska løgmálaráðið kann javnseta føroysku útbúgvingina við tær donsku í mun til rættin at virka sum advokatur og dómari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375