Barr: Trump forðaði ikki kanningunum

Barr: Trump forðaði ikki kanningunum
Donald Trump, forseti, royndi ikki at forða kanningunum hjá serliga ákæranum, Robert Mueller, segði løgmálaráðharrin hjá Trump á tíðindafundi
 
18.04.2019 - 17:32

Tað segði amerikanski løgmálaráðharrin, William Barr, á tíðindafundi í Washington í dag, beint áðrenn hann almannakunngjørdi redigeraðu útgávuna av frágreiðingini hjá Mueller.
Hann legði dent á, at Hvítu húsini hava samstarvað til fulnar við Mueller. 
Mueller hevur kannað, um Russland møguliga ávirkaði forsetavalið í USA í 2016. 
Sambært William Barr, royndi Russland at ávirkað valið, men tað var tó hvørki í samstarvi við valstríðið hjá Donaldi Trump ella við nakran annan amerikanskan aktør, sigur Barr.
Barr segði á tíðindafundinum, at 10 tilburðir eru kannaðir fyri at fáa staðfest, um Trump skal hava forðað Mueller at gera frágreiðingina. Og í hesum sambandi segði løgmálaráðharrin m.a, at tað hevur týdning at skilja, hvussu óður forsetin var um kanningina, sum hann av sonnin helt undirgrava sítt embæti.
Barr segði, at hann sjálvur og varamaður sín, Rod Rosenstein, persónliga hava gjørt ta niðurstøðu, at hóast Trump var “ørkymlaður og óður” um Mueller-kanningina, so var einki av tí, sum forsetin gjørdi brotsverk. 
Almenna og redigerða útgávan av Muellerfrágreiðingini er løgd á heimasíðuna hjá amerikanska løgmálráðnum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672