Royna at finna semju um uppsøgn

Royna at finna semju um uppsøgn
Elektron gav ikki Kjartani Thomassen rætta viðferð, tá hann varð sagdur úr stjórastarvi sínum í 2016
Landið og báðir bankarnir eiga Elektron.
 
06.05.2019 - 12:51


Elektron gav ikki Kjartani Thomassen rætta viðferð, tá hann varð sagdur úr stjórastarvi sínum í 2016.

Roynt verður nú at finna semju í málinum millum Kjartan Thomassen og Elektron.

Málið var í Føroya rætti í síðstu viku.

Dómarin heitti á partarnar um at gera semju. 

Annars kemur dómarin við sínum sjónarmiði, tá mai-mánaði er liðugur. Tá fer dómarin at kunngera, hvussu verður dømt í málinum.

Og Kjartan Thomassen fær viðhald í tí, at Elektron gav honum ikki rætta viðferð, tá hann varð sagdur úr stjórastarvinum.

Hann fekk ikki somu fráfaringaravtalu sum onnur hava fingið frá Elekton.

Sakførarin hjá Kjartani Thomassen, Jens Bertel Rasmussen, sigur, at báðir partar hava gjørt uppskot um semju, men í teirra uppskoti eru fleiri pengar enn í uppskotinum hjá Elektron. 

Eingin semja enn

Semja er tó eingin enn.

Í apríl 2016 kunngjørdi Elektron, at Kjartan Thomassen var farin úr stjórastarvinum og í aftur sítt gamla starv sum tekniskur stjóri. 

Í sama viðfangi kunngjørdi Elektron eisini, at av tí at kona Kjartans var illa sjúk av krabbameini - hon doyði seinast í mai 2016 - fór hann í farloyvi. 

Men Elektron lovaði fráfarna stjóranum, at hann skuldi sleppa aftur í sítt gamla starv 1.september 2016.

Men so langt kom tað ongantíð. 

Tí nakrar dagar inn í august fekk Kjartan Thomassen boð frá Elektron um, at hann varð sagdur úr starvi. Hetta hendi, meðan hann enn var í farloyvi.

Sambært leiðsluni í Elektron vóru bygnaðarbroytingar orsøkin til uppsøgnina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817