Ókrútstýnari kann elva til krabbamein

Ókrútstýnari kann elva til krabbamein
Eini hjún hava fingið tvær milliardir dollarar í endurgjaldi, eftir at tey hava brúkt ókrútstýnara, sum kann elva til krabbamein
 
25.05.2019 - 17:33

Í síðstu viku dømdi ein dómstólur í San Francisco týska kemi- og heilivág-risan, Bayer, sum millum annað framleiðir ókrútstýnaran RoundUp, at rinda einum hjúnum tvær milliardir dollarar - góðar 13 milliardir krónur í endurgjaldi.

Hetta er triði dómur móti Bayer í sambandi við ókrútstýnaran RoundUp.

Sambært nevningum hevur Bayer-verksmiðjan ikki ávarað um vandan fyri krabbameini, um tú brúkar Round Up, og tí hevur Bayer ábyrgdina av, at saksøkjararnir, Alva og Alberta Pilliod, hava fingið krabbamein í brisið.

Round Up er evnafrøðiliga evnið Glyfosat, sum plantan tekur til sín gjøgnum bløð og spírar. Ókrútstýnarin verður nógv nýttur, eisini í Føroyum og í Danmark.

Bayer hevur meira enn 13.400 rættarmál ímóti sær í USA, har fólk siga, at tey eru í vanda fyri at fáa krabbamein, sum kann hava samband við at tey hava brúkt RoundUp.

Verksmiðjan Bayer vísur ákærunum aftur og sigur, at óheftir granskarar og kanningar av fyritøkuni í fleiri áratíggju hava víst, at fólk ikki skulu bera ótta fyri at brúka glyfosat og RoundUp, skrivar Ritzau. Eftir dómin boðaði Bayer frá, at dómurin verður kærdur.

Í 2018 fekk eitt umsjónarfólk í Kalifornia 289 miljónir dollarar í endurgjaldi, - men endurgjaldið varð seinni skorið niður í 78 miljónir krónur og tann avgerðin er kærd.

Í marsmánaði í ár fekk ein annar maður í Kalifornia 80 miljónir dollarar í endurgjaldi, tí hann hevur fingið krabbamein av at brúka Round Up. Bayer hevur eisini kært hendan dómin, skrivar Ritzau.

Í 2015 metti danska Umhvørvisstýrið, at árliga nýtslan  av Round Up í Danmark er 853 tons. 

Round Up fæst til keyps í Føroyum, og 5 litrar kosta umleið 650 krónur. Ein dl av Round Up skal blandast upp í 1 litur av vatni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096