Mannarættindi ikki brotin í føroysku ferðsluni

Mannarættindi ikki brotin í føroysku ferðsluni
Føroyska ferðslulógin er ikki brot á mannarættindasáttmálan, sigur Hægstirættur
 
06.06.2019 - 12:55

Føroyska ferðslulógin er ikki brot á mannarættindasáttmálan. Tað hevur Hægstirættur avgjørt í dag.

Sambært føroysku ferðslulógini eigur bilførari at boða politinum frá, tá hann er partur í ferðsluóhappi. Tað gjørdi maðurin, sum er dømdur í hesum málinum, ikki.

Verjin hjá manninum heldur uppá, at tað er brot á mannarættindasáttmálan at áleggja fólki at melda seg sjálv.

Seks-tíma reglan

Málið er eisini um seks-tíma regluna í ferðslulógini.  Hon sigur, at verður bilførari tikin ávirkaður áðrenn seks tímar eru farnir, síðani óhappið hendi, verður hann dømdur fyri at koyra ávirkaður, sama um hann var edrúur, tá hann koyrdi.

Maðurin fekk 8.500 krónur í sekt og misti koyrikortið treytaleyst í trý ár fyri at koyra á eitt fólk, sum var til gongu.

Sambært dóminum steðgaði hann ikki eftir óhappið, hann hjálpti ikki tí, sum hann koyrdi á, og hann meldaði ikki óhappið til politiið. Hetta var fyrst í apríl 2015.

Maðurin hevði promilluna 1,39, tá hann varð tikin. Hægstirættur lækkaði tó sektina niður í 1.750 kr. og álegði statskassanum at gjalda sakarkostnaðin hjá manninum í Føroya rætti, Eystari landsrætti og í Hægstarætti. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776