Sandoy Seafood fingið nýggjar eigarar

Sandoy Seafood fingið nýggjar eigarar
Hvørjar ætlanir nýggju eigararnir hava í Sandoynni verður meiri at frætta um seinni í dag
 
23.06.2019 - 15:02

Fyri lítlari løtu síðani skrivaðu partarnir undir søluavtaluna, og Mowi - sum fyrr æt Marine Harvest - hevur selt virkini bæði í Skopun og á Sandi til eitt nýtt føroyskt felag, sum eitur Sjø hjá Óla og Ann-Dorit Nattestad. 

Tey áttu í danska reiðarínum Ruth saman við Gullak Madsen, men hann keypti Nattestad úr felagnum fyri eini tveimum árum síðani fyri fleiri hundrað milliónir.

Tey hava eisini eitt danskt felag, sum kallast Sjey.

Tað kom dátt við hjá teimum 60 starvsfólkunum á Sandoy Seafood, tá Mowi herfyri boðaði frá, at rakstur ikki fekst í virksemið, og at tey tí mistu sítt arbeiðspláss, sum skuldi lata aftur.

Síðani hava umboð fyri Arbeiðsloysiskipanina verið í Sandoynni og hjálpt fólki at lima seg inn og skriva umsókn um arbeiðsloysisstuðul, men eigaraskiftið í dag fer kanska at hava nýggjar møguleikar við sær fyri arbeiði í oynni.

Útvarpið hevur samrøðu við nýggja eigaran, Óla Nattestad í tíðindasendingini klokkan 18.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887