Bakkaverjan í Kirkjubø og á Sondum nærkast

Bakkaverjan í Kirkjubø og á Sondum nærkast
Ein skotskur serfrøðingur, Tom Dawson, fornfrøðingur og leiðandi granskari ger  forkanningar í sambandi við at umvæla bakkaverjuna við fornminnini
Niels Lassen Arge gjørdi bakkaverjuna undir Ólavskirkjuni í 1870, og verndargarðin undir kirkjutoftini Líkhúsi gjørdi Jóannes Patursson í 1945
 
30.07.2019 - 12:52

Nú nærkast avgerðini um bakkaverjuna í Kirkjubø.

Ein skotskur serfrøðingur, Tom Dawson, fornfrøðingur og leiðandi granskari á University of St. Andrews í Fife, ger  forkanningar í sambandi við arbeiðið at umvæla bakkaverjuna við fornminnini í Kirkjubø.

Í hesum døgum verða síðstu forkanningarnar gjørdar. Tær skulu vera grundarlagið, tá støða skal takast til, hvør rætta loysnin er, tá fornminnini í Kirkjubø skulu verjast móti sjónum.

Ætlanin er eisini at gera eina verju fyri fornminnini í bakkanum á Sondum á Sandi. 

Komið langt

Tilmæli og kostnaðarmeting verða nú fyrireikað. Tað arbeiðið verður eftir ætlan liðugt í september, upplýsir Mentamálaráðið. Tjóðsavnið og Landsverk fingu Tom Dawson til Føroya.

Saman við Tórshavnar kommunu og Mentamálaráðnum hava teir báðir stovnarnir arbeitt við málinum um bakkaverju í Kirkjubø.

Í ár er ein millión kónur sett av í fíggjarlógini til bakkaverju í Kirkjubø og aðrastaðni. Tann milliónin røkkur til forkanningar, projektering og smávegis umvælingar, sigur Mentamálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423