Danskt koppingarevni ímóti klamydia riggar

Danskt koppingarevni ímóti klamydia riggar
Líkt er til, at eitt koppingarevni ímóti kynssjúkuni nú er funnið
Fyri fyrstu ferð sær út til, at eitt koppingarevni ímóti kynssjúkuni klamydia, riggar uppá menniskju
 
13.08.2019 - 09:17

Fyri fyrstu ferð sær út til, at eitt koppingarevni ímóti kynssjúkuni, klamydia, riggar uppá menniskju. Tær royndir, sum higartil eru gjørdar, hava ikki givið góð úrslit.

Men sambært TV2 vísir ein nýggj donsk kanning, sum er gjørd í London, har 35 bretskar kvinnur hava verið koppsettar, at koppingarevnið eisini riggar uppá menniskju.

Frank Follmann, granskari, sum í dag leggur fram kanningarúrslitini í viðurkenda læknatíðarritinum, The Lancet Infectious Diseases, sigur, at talan er um eitt gjøgnumbrot í strembanini eftir, at fáa billbukt á hesi útbreiddu kynssjúku.

Nýggjastu tøluni fyri kynssjúkur í Føroyum eru frá 2017. Tað árið skrásetti Landslæknin 261 tilburðir av klamydia her heima í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026