Sverri Sandberg Nielsen til OL

Sverri Sandberg Nielsen til OL
Sverri Sandberg Nielsen sleppur við til Olympisku leikirnar, sum verða í Tokyo næsta ár
 
30.08.2019 - 11:57

Tað gjørdist greitt, tá hann gjørdist nummar tvey í hálvfinaluni í einmansrógving, ella single-scullara, í heimsmeistarakappingini sum er í Eysturríki.

Kravið var, at hann skuldi vera millum tríggjar teir fremstu í hálvfinaluni, fyri at sleppa við til OL. Finalan í HM-kappingini verður sunnudagin. Sverri Sandberg Nielsen rør fyri Danmark.

Í brotinum niðanfyri sæst ein heilsan frá Sverra Sandberg Nielsen. 

Heilsan frá Eysturríki

 

Góðar møguleikar at vinna

Hann verður av eygleiðarum mettur at hava sera góðar møguleikar at vinna heiðursmerki í HM-kappingini. Danmark hevur ongantíð vunnið heiðursmerki í hesi kappingini áður.

Niðanfyri sært tú Sverra rógva seg í finaluna.

SVERRI_TIL_OL

Video: Sverri Sandberg Nielsen rør seg til OL

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
Morgunlestur leygardagur 4.apríl 2026
205933
Fríggjadag 3. apríl
Hendingar á Løgtingi og Fólkatingi (2:2)
206594
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
206588
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563