Hálvthundrað feløg send Skiftirættinum at strika

Hálvthundrað feløg send Skiftirættinum at strika
Skráseting Føroya hevur sent Skiftirættinum hálvthundrað partafeløg, smápartafeløg og iverksetarafeløg og biðið um, at tey verða strikað
Skiftirætturin er í Føroya rætti
 
19.09.2019 - 11:59

Skráseting Føroya hevur sent Skiftirættinum hálvthundrað partafeløg, smápartafeløg og iverksetarafeløg og biðið um, at tey verða strikað.

Hetta er á leið tað sama sum í fjør, tá feløgini vóru 53 í tali.

Orsøkin er, at feløgini hava ikki latið Skrásetingini roknskapin fyri 2018.

Freistin var 1.juli.

Feløgini kunnu tó sleppa undan tvingsilsavtøku í Skiftirættinum við at lata roknskapin inn innan ávísa freist.

Tað gjørdu 10 feløg í fjør.

Av teimum hálvthundrað feløgunum, sum eru send Skiftirættinum, eru 13 iverksetarafeløg.

Tey flestu av hinum 37 feløgunum eru smápartafeløg.

Byrja við einari krónu

Tað ber til at stovna íverksetarafelag við einari krónu í kapitali.

Men hetta ger tó ikki, at hugurin at stovna hesi feløg er størri enn hugurin at stovna smápartafelag, har sum minsti kravdi kapitalurin er 50.000 kr.

Helst tí, at krøvini eru á leið tey somu fyri íverksetarafeløg sum fyri smápartafeløg, tá kapitalurin er undantikin.

Í fjør vórðu stovnað 154 smápartafeløg í Føroyum og 111 iverksetarafeløg, upplýsir Skráseting Føroya.

Higartil í ár eru stovnað 117 smápartafeløg og 66 íverksetarafeløg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097