Her hvílur... LJÒÐ

Her hvílur... LJÒÐ
Í fornfrøðiliga útgrevstrinum á Sondum á Sandi komu fólk frá Tjóðsavninum í vikuni fram á ein rúnastein.
 
23.07.2026 - 09:00

Rúnarsteinurin lá í gólvinum í einum bygningi, sum er givin fram í fornfrøðiliga útgrevstrinum í summar.

Tað er sjáldsamt, at ein rúnarsteinur verður funnin í Føroyum. Fornfrøðingarnir á Tjóðsavninum halda seg kunna lesa nakrar av rúnunum, men fyri at fáa so nógva vitan sum gjørligt um rúnarsteinin, hava tey vent sær til ein rúnufrøðing, sum kemur til Føroyar síðst í august at kanna rúnarsteinin nærri.

Vit kunnu lesa nakrar rúnir, so bara fyri at gera eina leystliga meting, so kann standa: Her hvílur... sigur Helgi Michelsen, fornfrøðingur.

Rúnarsteinurin er viðbrekin, nú hann er komin undan kavi, og fyri at verja rúnarsteinin, verður hann fluttur av grevstrinum á Tjóðsavnið.

Millum aðrar fornlutir, sum eru funnir í útgrevstrinum á Sondum í summar, eru brot av einari lítlari standmynd av Mariu moy við Jesusbarninum, og ein kola, sum er ein lítil lýsi- ella oljulampa.

Fornlutirnir kunnu hava samband við kristna trúgv og átrúnaðarligt virksemi á staðnum, og hildið verður, at bygningurin, ið er grivin fram, møguliga er eitt bønhús úr miðøld.

Bygningurin vendir eystur og vestur, og hevur inngongd í vesturendanum. Hesi byggilistarligu eyðkenni eru vanlig í miðaldarligum bønhúsum og kapellum. Føroysk dømi um eystur og vesturvend bønhús við inngongd í vesturendanum eru bønhúsið á Bønhúsbergi í Mykinesi, Bønhústoft í Leirvík og toftin niðri á Bakka á Velbastað.

Tjóðsavnið heldur fram við útgrevstrinum til síðst í august.

Kelda: Tjóðsavnið

a_1772-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025