Stjórin ikki settur enn

Stjórin ikki settur enn
Enn er eingin settur, sum nýggjur stjóri í Vága floghavn, eftir at undanfarni stjórin, Gudny Langgaard, í summar segði seg úr starvinum
Nýggi stjórin í Vága floghavn verður settur áðrenn oktober er liðugur, sigur nevndarformaðurin
 
05.10.2019 - 16:41

Í morgin eru tríggjar vikur síðani freistin, at søkja stjórastarvið, fór, men enn er nakað eftir á mál, sigur Regin Hammer, nevndarformaður í Vága floghavn, við útvarpið.

– Vit arbeiða enn við setanini, og tað verður helst seinni í hesum mánaðinum, at nýggi stjórin verður settur, sigur Regin Hammer, við útvarpið.

Setanarbólkurin er mannaður við fólkum úr nevndini í Vága floghavn og fólki uttanhýsis, men hvørji tey eru, vil nevndarformaðurin ikki siga, tí tað "kann órógva setanina", sum hann málber seg.

Lønin ein samráðingarspurningur

Tá Gudny Langgaard tók við sum stjóri í Vága floghavn í fjør eftir Jákup Sverra Kass, lækkaði lønin 30.000 krónur, niður í 60.000 krónur. Óvist er, hvørja løn nýggi stjórin fær.

– Lønin er ein samráðingarspurningur, og nýggi stjórin verður løntur eftir førleikunum, sigur Regin Hammer, nevndarformaður, við útvarpið.

Umleið 60 fólk høvdu søkt starvið, sum stjóri í Vága floghavn, tá umsóknarfreistin var úti. Umsóknirnar vóru bæði frá føroyingum og útlendingum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025