Tórshavnar Kommuna: Lág normering ført til strongd

Tórshavnar Kommuna: Lág normering ført til strongd
Normeringin á dagstovnaøkinum í Tórshavnar Kommunu er alt ov lág, og hetta hevur ført við sær strongd og sjúkrafráveru.
 
06.10.2019 - 10:42

Tórshavnar Kommuna hevur fríggjadagin sent eitt skriv til dagstovnarnar í kommununi. Skrivið er kunning til starvsfólk og foreldur um bygnaðarbroytingar á dagstovnaøkinum.

Normeringin á dagstovnaøkinum í Tórshavnar Kommunu er alt ov lág, og hetta hevur ført við sær strongd og sjúkrafráveru. Tað viðgongur kommunan í skrivinum.

Starvsfólkanormeringin í vøggustovum og barnagørðum í Tórshavnar Kommunu er ikki broytt síðani 2002, og hevur ikki fylgt við øktu krøvunum til námsfrøðiliga arbeiðið á stovnunum. Krøv, sum koma frá øðrum myndugleikum, broyttum samfelagsviðurskiftum og broyttum væntanum til tænastuna, skrivar kommunan til dagstovnarnar. 

Leiðslunormeringin varð lækkað í 2011 og Frítíðarskúlanormeringin lækkaði í 2010, tí at tímatalið hjá 1. og 2. flokki í fólkakúlanum vaks. 

Tímatalið hjá 1. og 2. flokki í fólkaskúlanum er í ár lækkað nakað og summarferian longd.

Hesin útrokningarlykil skal endurskoðast, so hann betri svarar til veruligu krøvini og veruligu umstøðurnar. Uppskot og útrokningar til at økja normeringina til komandi fíggjarætlan er gjørt, so at fleiri tímar koma til børnini, skrivar kommunan til dagstovnarnar. 

"Avleiðingar av verandi normeringum og bygnaði eru, at verri og verri er hjá kommununi, stovnsleiðarunum og starvsfólkunum at tryggja og menna námsfrøðiligu tænastuna. Ítøkiliga arbeiðsumhvørvið hjá leiðslu og starvsfólki gerst av tí sama verri. Hetta hevur í fleiri førum havt við sær álvarsliga strongd, sjúkrafráverur, ónøgdsemi bæði millum leiðslu, starvsfólk og foreldur, skiftandi starvsfólk og kenslu av ikki at megna arbeiðið á nøktandi fakligum støði", skrivar kommunan til dagstovnarnar.

Kunningin kemur eftir stóra mótstøðu frá námsfrøðingum og Pedagogfelagnum, ímóti at Tórshavnar Kommuna hevur samtykt at játta yvir tríggjar milliónir árliga til eindarleiðarar. 

Tørvur er á fleiri starvsfólkum á gólvinum, heldur enn fleiri leiðarum í kommununi, siga námsfrøðingar og fakfelagið. 

Eisini fílast námsfrøðingar og dagstovnaleiðarar á, at tímarnar til dagstovnaleiðaran í Tórshavnar Kommunu ganga inn í vanligu normeringina - tað vil siga eingir tímar eru oyramerktir til leiðslu á stovnunum. 

Kommunan brúkar ein útrokningarlykil, sum rindar stovninum fyri hvørt barnið uttan mun til, hvørjar útreiðslur eru á stovninum annars til olju, leiðslu og starvsaldur hjá starvsfólkunum. Tí er sera ymiskt, hvussu stovnarnir eru fyri fíggjarliga.

Normeringin skal fáast í rættlag, men fyrst mugu bygnaðarbroytingarnar fremjast, so kommunan fær betur tamarhald á dagstovnaøkinum. Fjarstøðan millum stovnarnar og umsitingina er alt ov stór stendir í skrivinum til dagstovnarnar. 
Loysnin hjá kommununi er at knýta 7-8 stovnar í eina eind, har hvør eindin hevur ein eindaleiðara.

Bygnaðarbroytingarnar skulu geva betur yvirlit yvir fíggingina soleiðis, at til ber at fáa meira burturúr fíggingini. 

Nýggi bygnaðurin skal tryggja eitt meiri eins tilboð til børnini í kommununi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. desember
Men tað hendi...
201510
Mikudag 24. desember
Jólaheilsanir 2025
201955
Mikudag 24. desember
Morgunlestur mikudagur 24.desember 2025
201877
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Palli Halaleysi
201935
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870