Smuglaðu 43 kg av rúsevnum við Norrønu

Smuglaðu 43 kg av rúsevnum við Norrønu
Tað er ein tann størsta nøgdin nakrantíð funnin í Íslandi
Norrøna hevði 46 kilo av rúsevnum umborð í august í ár.
Mynd: Savnsmynd  
 
26.10.2019 - 09:23

Tveir persónar við týskum og rumenskum uppruna eru skuldsettir fyri at hava smuglað 43 kilo av rúsevnum til Íslands við Norrønu. Tað skrivar in.fo í dag við RUV sum keldur.

 

Tað var 1. august, at teir báðir skuldsettu royndi at smugla 38 kilo av amfetamini og fimm kilo av kokaini við Norrønu. Teir høvdu fingið hendur á rúsevnini í Týsklandi, og fjalt tey í viðførisrúminum í einum bili.

 

Miðlarnir skriva, at talan er um ein av størstu mongdunum av rúsevnum, sum íslenskir myndugleikar hava lagt hald á.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta í Kaldbaks kirkju
206398
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360