- Tíðindi, mentan og ítróttur
Harmonikusamanstoytur í Gøtu

Ein harmonkusamanstoytur var omanfyri Syðrugøtu í gjár, har fýra bilar vóru uppi í. Óhappið komst av, at fremsti bilurin bremsaði, men av tí at bilarnir aftanfyri ikki hildu kravdu frástøðuna rendu allir saman. Hesir kunnu allir vænta sær eina bót fyri ikki hava hildið frástøðuna, sambært løgregluni. Eingin fólkaskaði hendi
Annars var sera friðarligt í gjár. Í Havn vóru nøkur brot á politiviðtøkurnar, tá fólk ikki dugdu at uppføra seg og vóru ólátaði við løgregluna.
Í Klaksvík hjálpti løgreglan einum avdotnum manin á sjúkrahúsið, og tað kundi enda galið. Tað var rættiliga kalt í nátt, og kropshitin á avdotna manninum var komin heilt niður á 34 stig tá hann kom á sjúkrahúsið, sigur tey á løgreglustøðini.
























