Verri úrslit triðja ársfjórðing

Verri úrslit triðja ársfjórðing
Úrslitið hjá BankNordik triðja ársfjórðing í ár versnaði 85 milliónir krónur fyri skatt samanborið við somu tíð í fjør
Stóri munurin stavar frá inntøkunum, sum BankNordik fekk í fjør, tá hann seldi høvuðssætið í Havn
 
29.10.2019 - 08:35

Stóri munurin stavar frá inntøkunum, sum BankNordik fekk í fjør, tá hann seldi høvuðssætið í Havn. Úrslitið higartil í ár er góðar 200 milliónir fyri skatt.

Somu tíð í fjør var úrslitið 286 milliónir krónur. Økt virksemi, afturførdar niðurskrivingar og lág renta seta dám á roknskapin hjá BankNordik í triðja ársfjórðingi.

Árni Ellefsen, forstjóri, sigur, at hóast marknaðarumtøðurnar og lága rentan eru ein avbjóðing at reka bankavirksemi, eru tey nøgd við úrslitið.

Rentan helst óbroytt

Kundarnir eru sum heild væl fyri fíggjarliga, og alsamt fleiri fíggja bústaðin við realkredittláni.

Einki røkist fyri, at rentan fer at broytast, og fyri at viga upp ímóti útreiðslunum, sum standast av negativu rentunum, hevur BankNordik lækkað allar innlánsrentur, og hjá vinnukundan er rentan negativ.

Teir noyðast tí at gjalda fyri innistandandi. Bankin væntar, at úrslitið í ár verður millum 170 og 210 milliónir krónur. BankNordik fer í næstum at lata nýggja deild á Biskupstorginum í Klaksvík. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418