Óvissa um endurgjaldið

Óvissa um endurgjaldið
Ivasamt er, um seyðabóndur í Føroyum fáa endurgjald úr landskassanum, nú lond í ES sleppa at flyta seyðakjøt til Føroya tollfrítt
 
31.10.2019 - 16:02

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur svarað einum spurningi frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni.

Brandur Sandoy spurdi, hvussu landsstýrið ætlar at endurgjalda bóndum fyri fíggjarliga tapið, teir fara at hava av ætlaðu broytingunum í handilsavtaluni millum Føroyar og ES.

Jenis av Rana sigur, at ivasamt er, um bøndur í Føroyum missa pengar, tí tollurin, sum er 10 prosent, verður tikin av seyðakjøti úr ES. 

Avmarkaður innflutningur

Longu í dag veður nógv útlendskt seyðakjøt innflutt tollfrítt. Innflutningurin úr ES er sera avmarkaður, svarar Jenis av Rana.

Føroyar og ES eru samd um, at 40 tons av seyðakjøti úr ES kunnu innflytast tollfrítt um árið í trý ár. Um trý ár fer kvotan upp í 80 tons um árið.

Í fjør innfluttu Føroyar 36 tons av seyðakjøti úr ES. Tá var tollurin 10 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213