Bretski kavbáturin, HMS Urge, funnin

Bretski kavbáturin, HMS Urge, funnin
Ein kavbátur frá seinna heimsbardaga er funnin á havsins botni út fyri Malta
Mynd: Reuters tíðindastovan  
 
01.11.2019 - 17:22

Undir seinna heimsbardaga hvarv ein bretskur kavbátur á veg til Alexandria í Egyptalandi. Og nú er vrak av einum kavbáti funnið á havsins botni út fyri maltisku strondina. Granskarat fóru alt fyri eitt undir at kanna, um vrakið var bretski kavbáturin.

Og í gjár gjørdist greitt, at talan er um bretska kavbátin, HMS Urge.

- Vrakið er í sera góðum standi, sigur Timmy Gambin, granskari við lærda háskúlan í Malta.

HMS Urge hevði støð saman við øðrum kavbátum í Malta, og var við í fleiri deyðiligum álopum í Miðjarahavinum, tá bretski herurin brádliga gav boð um, at hann og restin av flotanum skuldi flytast til Egyptaland, tí Týskland hevði kringsett oynna í Miðjarahavinum.

Urge setti 27. apríl 1942 kós móti Egyptalandi við meira enn 40 monnum umborð. Men kavbáturin kom ikki í havn í Alexandria 6. mai, sum avtalað, og eingin hevur vitað, hvørja lagnu kavbáturin fekk. Í meira enn 20 ár hava granskarar kannað havið kring Malta, og ein sonar-mynd avdúkaði nakað, sum líksit einum kavbáti á 130 metar dýpi umleið tríggjar kilometrar út frá strondini, men at partur av bógnum manglar. 

Timmy Gambin, professari, sigur, at skaðin á bógnum gevur ábending um ógvisliga spreinging sum kann merkja, at báturin er sokkin skjótt, og at manningini hevði ongan møguleika fyri at sleppa frá hendingini á lívi.

Í aprílmánað næsta ár verður minningarhald, og tá verður staðið, har Urge er funnin lýst at vera almenn krígsgrøv.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158