Aftur fleiri mótmæli í Hong Kong í dag

Aftur fleiri mótmæli í Hong Kong í dag
Aftur í dag vóru mótmælisfólk í handilsmiðstøðum í Hong Kong og mótmæltu, og løgreglan nýtti piparspray og handtók fleiri fólk
 
15.12.2019 - 17:16

Mótmælini í Hong Kong halda fram. Í dag vóru mótmælisfólk aftur farin í handilsmiðstøðir at mótmæla, sum eru á tremur við fólki, sum keypa inn til jóla, í hesum døgum. Løgreglan nýtti piparspray og handtók fleiri fólk. Tað skrivar Reuters. 

Eftir øllum at døma hava mótmælisfólkini avbyrgt inngongdir, brotið glashurðar og gjørt herverk, m.a. við veggjakrutli. Nógvir handlar stongdu av tí sama.

Mótmælini í dag eru orsakað av, at leiðarin í Hong Kong, Carrie Lam, er farin til Beijing at hitta kinesiska leiðaran Xi Jinping. Lam hevur sagt, at vitjanin snýr seg um temja harðskapin og fáa skil í aftur í Hong Kong. 

Hong Kong er drigið inní størstu politisku kreppuna í áratíggju. Síðani juni mánað hava stór og ógvuslig mótmæli verið, sum snúgva seg um fólkaræði, og tey mótmæla kinesiskari uppílegging í viðurskiftini í Hong Kong.

Nú mótmæla tey so eisini harðskapi frá løgregluni, sum hevur handfarið mótmælini t.d. við piparspray, at skjóta gummikúlur og at berja fólk niður.

Enn er undirtøkan fyri mótmælunum stór. Síðsta sunnudag mótmæltu umleið 800.000 fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887