Vildu smugla níggju kilo av kokaini til Danmarkar

Vildu smugla níggju kilo av kokaini til Danmarkar
Løgreglan í lufthavnini í Kastrup handtók jólaaftan eina kvinnu og ein mann úr Brasilia  fyri at smugla níggju kilo av rúsevninum, kokain
 
26.12.2019 - 18:16

Hetta er aðru ferð í desember, at ferðafólk úr Brasilia eru skuldsett fyri at smugla lutfalsliga stórar nøgdir av kokaini til Danmarkar. 

Um miðjan desember handtók løgreglan eini onnur hjún, sum royndu at smugla meira enn 4,7 kilo av flótandi kokaini og 2,1 kilo sum pulvur.

Tey handtiknu er 23 og 24 ára gomul, og tað vóru tollarar í Kastrup, sum avdúkaðu tey. 

Í grundlógaravhoyring hava tey partvíst játtað seg sek í skuldsetingini um smugling.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542