Aftur innbrot í FK í Miðvági

Aftur innbrot í FK í Miðvági
Fyri aðru ferð í eina viku eru vekslipengarnir tiknir
Fyri aðru ferð í eina viku er innbrot í FK í Miðvági.
 
31.12.2019 - 10:15

Mánanáttina var aftur innbrot í handilinum hjá FK í Miðvági og vekslipengarnir, nakrar túsund krónur, tiknir.

Eitt pengaskáp av tí gamla slagnum, tað vigar fleiri hundrað kilo, varð drigið út á gólvið. Roynt er at fáa skápshurðina upp, men tað er ikki eydnast.

Á jólum var eisini brotið inn í Keypsamtøkuna í Miðvági, og vekslipengarnir tiknir.

Eingin er tikin fyri tað innbrotið og heldur ikki fyri innbrotið mánanáttina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037