Breddin: Blokkpolitikkur, Huawei og veður

Breddin: Blokkpolitikkur, Huawei og veður
Trý evni vera á skránni í Breddanum í útvarpinum seinnapartin
Tróndur H. Olsen, Marjun Dalsgaard og Hallur av Rana manna redaksjónina á Breddanum hesa vikuna
 
08.01.2020 - 10:58

Ein ósjónligur múrur er í politisku skipanini, sum ger, at andstøðan hevur onga ávirkan. Eru vit á veg til eina skipan við blokkpolitikki ella breiðum semjum?

Breddin tosar við Hallberu West, sum hevur skrivað phd-ritgerð um siðvenjur í føroyskum politikki.

Eisini verður kjak millum Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmann, og Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismann, um fyrimunir og vansar við blokkpolitikki.

Málið um Huawei setti Føroyar á heimskortið. Løgmaður hevur verið á fundi í Keypmannahavn, har hann harmast Huawei-málið. Breddin spyr, hvussu  málið hevur ávirkað viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.

Vit hava ódnarveður, og í Avstralia eru skógareldar.

Veðurlagsbroytingarnar verða eisini viðgjørdar í sendingini.

Breddin í útvarpinum í dag klokkan 17.05

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815