Klakkur kemur seinnapartin

Klakkur kemur seinnapartin
Tað hevur viðrað illa á ferðini úr Noregi, og Klakkur hevur ikki kunnað siglt við fullari ferð
 
09.01.2020 - 11:00

Klakkur kemur til Klaksvíkar í dag klokkan eitt.

Klakkur kemur úr Noregi, haðani hann er keyptur. 

Hann fór úr Noregi mánakvøldið. 

Men veðrið hevur verið ringt á veg til Føroya, so Klakkur hevur ikki kunnað siglt við fullari ferð.

Brøðurnir Líggjas og Bethuel Johannesen í Klaksvik hava saman við øðrum keypt skipið.

Talan er um frystilínuskipið Geir II, sum er bygt í 2010.

Keypt í heyst

Smápartafelagið undir Klakki tók við skipinum 2.januar. Men tað varð keypt í september í fjør.

Klakkur er 51,3 metrar langur, 12,4 metrar breiður og tekur 370 tons. 

Skipið hevur tað, tey rópa moon pool, tað er, at línan verður drigin upp gjøgnum botnin, mitt inni í skipinum. 

Skipið hevur eisini flakaverksmiðju.

Ætlanin er, at Klakkur skal hava tvær mannningar.

Gamli Klakkur eitur nú Jákup B.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715