Hava framvegis góðan fiskiskap

Hava framvegis góðan fiskiskap
Frystilínuskipini á Flemish Cap hava fiskað stívliga 873 tons tilsamans
Klakkur hevur fiskað 184 tons
 
28.01.2020 - 13:13

Fiskiskapurin hjá føroysku frystilínuskipunum á Flemish Cap er framvegis góður.

Skipini fáa góð 40.000 pund um dagin. Tað eina skipið fekk 68.000 pund tann eina dagin.

Skipini hava roynt á Flemish Cap síðani 17.januar. Tey hava higartil fiskað stívliga 873 tons.

Ein samanteljing í dag vísir, at Klakkur hevur 184 tons, Kambur hevur 147 tons, Eivind hevur 139 tons, Jákup B 138 tons, Stapin 138 tons og Jógvan I hevur 124 tons.

So at siga alt er toskur.

Kvotan á Flemish Cap 1.907 tons í ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576