Hagstovan: Nettoognin tann sama sum undir kreppuni

Hagstovan: Nettoognin tann sama sum undir kreppuni
31. desember 2017 áttu Føroyar 28 milliardir krónur uttanlands og skyldaðu 22 milliardir og 347 milliónir krónur
 
03.02.2020 - 08:54

Nettoognin hjá føroyingum í øðrum londum vaks nógv frá 2015 til 2017. Hon vaks 6,3 milliardir krónur.

Nýggjastu tølini um ogn og skuld hjá føroyingum í øðrum londum eru fyri 2017.

Hagstovan sigur, at tølini fyri 2017 vísa, at nettoognin hjá føroyingum er tann sama sum hon var fyri fíggjarkreppuna fyri góðum tíggju árum síðani.

Nettoognin var 5,7 milliardir krónur í 2017. Ognin vaks fimm millardir frá 2015 til 2017, samstundis sum skuldin minkaði 1,3 milliardir krónur.

Ikki øll høvdu tó nettoogn uttanlands tann 31. desember 2017. 

Vinnan skyldaði 10 milliardir

Vinnufyritøkur høvdu góðar 10,2 milliardir krónur í nettoskuld.

Nettoskuldin vaks 220 milliónir krónur frá 2015.

31. desember 2017 áttu Føroyar 28 milliardir krónur uttanlands og skyldaðu 22 milliardir og 347 milliónir krónur.

Meira enn helvtin av ogn føroyinga uttanlands er í lánsbrøvum. 

Íløgurnar í útlendsk partabrøv fóru 2,6 milliardir krónur í 2013 upp í 6,6 milliardir í 2017.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203