Farstøðin í Kastrup er latin uppaftur

bannari
Farstøðin í Kastrup er latin uppaftur
Ein kinesisk kvinna, sum kom við flogfari úr Kina, er løgd inn á sjúkrahús til kanningar fyri coronavirus. Terminal 3 er nú opin aftur sum vanligt
Hesin sjúkrabilurin flutti kinesisku kvinnuna á Hvidovre sjúkrahús
Mynd: TV2.dk  
 
07.02.2020 - 09:53

Partar av Terminal 3 í floghavnini í Kastrup vórðu stongdir í morgun, men hava nú latið uppaftur.

Kunningarstjórin á flogvøllinum í Kastrup, Kenni Leth, segði fyri løtu síðani við Danmarks Radio, at ein kinesisk kvinna hevði krímlíknandi eyðkenni, eftir at hon var komin úr einum flogfari úr Kina, sum hevði millumlent í Helsinki.

Hann leggur tó dent á, at enn vita tey ikki, um tað hevur nakað við coronavirusið at gera.

Løgd inn á sjúkrahús

TV2 skrivar, at kvinnan er løgd inn á háisolatiónsdeildina á Hvidovre sjúkrahúsi, har hon nú verður kannað fyri coronavirus.

Partar av farstøðini vóru stongdir stutt fyri klokkan átta føroyska tíð. Stongdu økini eru síðani vaskað og reinsað, og TV2 skrivaði fyri løtu síðani, at terminal trý nú er opin sum vanligt aftur.

Sjónarváttar, sum TV2 hevur tosað við, siga, at nógv trygdarfólk komu á staðið, og tey vóru ílatin trygdardraktir, og avbyrgdu komuhøllina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786