Sloppin í land av ferðamannaskipi

bannari
Sloppin í land av ferðamannaskipi
Illgrunin um Coronavirus umborð á einum ferðamannaskipið hevði við sær, at tey hava verið avbyrgd síðan mikudagin. Men tey eru nú komin í land
 
09.02.2020 - 16:21

Coronavirusið hevur higartil kostað 811 fólkum lívið, og tað er meira enn Sars gjørdi, tá tann sjúkan herjaði í 2002 til 2003. Í Kina eru í dag 37.198 fólk skrásett at vera smittaði við Corona virusinum.

Nógva staðni eru sera strong trygdartiltøk sett í verk fyri at verja fyri smittuni. Serliga í londunum kring Kina, har sjúkan hevur sín uppruna.

Síðan mikudagin hava ferðafólkini á ferðamannaskipinum Dream World verið avbyrgd umborð á skipinum, meðan tað hevur ligið við bryggju í Hong Kong.

Strong trygdarkrøv sett í verk

Orsøkin var, at illgruni var um, at Coronavirusið hevði spjatt seg millum ferðafólkini. Nøkur ferðafólk vóru farin í land í Vietnam, og trý av hesum vístu seg at vera smittaði við Coronavirusinum.

Vandi var serliga fyri, at manningin var smittað, og tískil var hon kannað. Manningin taldi 1.800 fólk, so tað tók sína tíð at gera neyðugu kanningarnar, skrivar fleiri altjóða miðlar

Úrslitið var, at eingin av teimum var smittaður, og tískil slapp øll manningin og ferðafólkini av skipinum.

Hong Kong hevur annars sett strong trygdarkrøv í verk, um fólk úr Kina koma til landið. Øll verða avbyrgd í fjúrtan dagar, áðrenn tey sleppa víðari. Higartil eru 468 fólk avbyrgd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Tá kroppurin broytist
206728
Mikudag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
206727
Mikudag 8. apríl
Morgunlestur mikudagur 8.apríl 2026
206583
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638