IS ætlar at leypa á Ísrael

IS ætlar at leypa á Ísrael
Ein talsmaður fyri Islamskan stat hevur hildið røðu á netinum, har hann boðar frá ógvisligum álopum
 
12.02.2020 - 15:34

Islamskur Statur boðar frá, at Ísrael verður næsta stóra málið fyri álopum frá felagskapinum.

Tað boðar talsmaðurin hjá felagskapinum, Abu Hamza al-Quraishi, frá á alnetinum.

Hann heitir á limirnar í felagskapinum um at skipa seg av nýggjum, og í størri mun søkja at málum í Ísrael.

Helt røðu í hálvan tíma

Røðan á netinum, sum er meira enn hálvan tíma til longdar, heitir beinleiðis at tey, sum vilja verja kalifatið, um at venda eyguni ímóti Jerusalem.

Og hann boðar eisini frá at talan verður um álop, sum higartil eru ósædd.

Franska tíðindastovan sigur seg ikki kunna siga, hvussu nógv skal leggjast í boðini, men at tað hevur týdning, at boðini eru løgd út á eina heimasíðu hjá IS. Islamskur Statur hevur fyrr tilnevnt eitt kalifat í Sýria og í Irak, men altjóða herdeildir hava bart ta ætlanina niður.

Bólkurin er framvegis virkin nógvastaðni, m.a. í Afrika, Asia og á Sinai-hálvoynni, við ísraelska markið, skriva Ritzau og AFP.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334