USA herðir handilskríggið við ES

USA herðir handilskríggið við ES
Amerikanskir myndugleikar hækka tollin á flogfør frá evropisku flogverksmiðjuni, Airbus, úr 10 upp í 15 prosent
 
15.02.2020 - 14:35

Tollurin kemur í gildi 18. mars, og er partur av drúgva handilsstríðnum millum USA og flogverksmiðjuna, skrivar amerikanska skrivstovan fyri handilspolititikk, USTR, í gjár. Fráboðanin kom bert fáar dagar eftir, at amerikanski forsetin, Donald Trump, segði, at nú var stundin komin at taka álvarsprát um handilsavtaluna við ES.

Í oktober í fjør legði Trump 25 prosent toll á fleiri evropiskar vørur, sum aftursvar, tí Airbus fær stuðul frá ES.

Niðurstøðan hjá heims-handilsstovninum, WTO, er, at ES-stuðulin til Airbus er ólógligur, og felagsskapurin hevur givið USA heimild at svara aftur við at broyta tollásetingar fyri evropiskar vørur, fyri at fáa 7,5 milliardir dollarar í endurgjaldi. 

WTO hevur í líknandi mál um amerikansku flogverksmiðjuna, Boeing, sum er argasti kappingarneyti hjá Airbus, givið ES viðhald. ES hevur higartil ikki fingið heimild at hækka tollásetingarnar, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444