Trý fólk ákærd fyri neyðtøku

Trý fólk ákærd fyri neyðtøku
Fyrsti rættarfundur verður mánadagin, og seks dagar eru settir av til málið
Málið byrjar í rættinum mánadagin, og seks dagar eru settir av til viðgerðina
 
19.02.2020 - 11:49

Trý fólk í 20-unum, tveir menn og ein kvinna, eru ákærd fyri at hava drukkið eina 17 ára gomlu gentu fulla, og síðani neyðtikið hana.

Sambært ákæruritinum eru tey trý fólkini ákærd fyri tann 16. oktober í 2016, millum klokkan hálvum trý um náttina og klokkan níggju um morgunin, í einum bústaði í Havn, í felag hava drukkið eina tá 17 ára gamla gentu fulla, og givið henni rithalin, við tí hyggju at gera seg kynsliga inn á hana. 

Ákæruvalið sigur, at tað eydnaðist teimum trimum "i forening og efter fælles forudgåed aftale, accept ella indbyrdes forsåelse", at fáa 17 ára gomlu gentuna so ávirkaða, at hon ikki megnaði at seta seg upp ímóti áganginum.  

Tey fáa fyrst 17 ára gomlu gentuna at hava aðra kynsliga samveru enn samlegu við tann eina mannin, uttan at hon, sambært ákæruvaldinum, var før at seta seg upp ímóti hesum. 

Seinni fáa tey eisini gentuna til at hava aðrar kynsliga samveru enn samlegu við bæði kvinnuna og hin mannin, áðrenn gentan eisini hevur samlegu við hendan seinna mannin. 

Alt hetta hendir, meðan tann fyrri maðurin hyggur at, stendur tað í ákæruritinum. 

Lyklaleiklut

Okkurt bendir á, at hesin, ið hyggur at, hevur ein lyklaleiklut. 

Hann er nevniliga sjálvur eisini ákærdur fyri, um SnapChat, at hava framt blygdanarskemd móti 17 øðrum gentum, heilt niður í 13 ára aldur, við at senda teimum ónærisligar myndir og upptøkur. 

Í flestu førum hevur hann eisini roynt at lokka genturnar til samlegu, við at bjóða teimum pengar afturfyri, heilt upp í 60.000 krónur . 

Maðurin er eisini ákærdur fyri at royna at lokka ein 13 ára gamla gentu til kynsliga samlegu við at bjóða henni 20-30.000 krónur afturfyri.  

Ákærurnar móti júst hesum manninum fevna eisini um, at hann hevur havt barnapornografiskt tilfar um hendi, tí tað hevur eydnast honum at fáa hesa 13 ára gomlu gentuna at senda sær upptøkur, har hon rørir við seg sjálva kynsliga. 

Fyrsti rættarfundur verður mánadagin, og seks dagar eru settir av til málið. Ein av teimum ákærdu er eisini ákærdur fyri brot á vápnalógina og at hava rúsevni uppi á sær. 
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808