Tosa við semingsmenninar í dag

Tosa við semingsmenninar í dag
Semingsmenninir fara í dag at tosa við Heilsuhjálparafelagið, og í morgin verður fundur við Kommunala arbeiðsgevarafelagið
 
26.02.2020 - 07:59

Tá fundurin hevur verið við Kommunala arbeiðsgevarafelagið í morgin, verður avgjørt, hvat so skal henda, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelagið hava samráðst um nýggjan sáttmála síðani í oktober í fjør. 

Men fríggjadagin helt Kommunala arbeiðsgevarafelagið, at ov langt var millum partarnar til, at teir megnaðu at finna semju sjálvir, hóast átta samráðingarfundir hava verið. Felagið vildi tí hava Semingsstovnin uppí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520