– Av tí allarringasta, eg havi upplivað

– Av tí allarringasta, eg havi upplivað
Vit hava ikki vindmátara, men eg haldi tað má í øllum førum hava verið 50 m/s á Norðhavinum, sigur Hjaltur Poulsen, skipari á Ågot
 
01.03.2020 - 13:53

Her á landi kendist illveðrið í gjár ógvusligt, og næstan 100 skaðar vórðu fráboðaðir hjá løgregluni í gjár.

Sí upptøkuna niðanfyri

So kann ein bara ímynda sær, hvussu tað kendist hjá skipara og manning umborð á Ågot, sum vóru á Norðhavinum í gjár, tá ið illveðrið veruliga brast á.

Vit blivu ov seint lidnir, tí tað gekk illa at draga, so tí fóru vit ikki inn áðrenn illveðrið veruliga brast á, sigur Hjaltur Poulsen, skipari.

Ætlanin var annars at fara inn aftur áðrenn eystfallið kom.

Greinin heldur fram niðanfyri

Video: Soleiðis sá tað út á Norðhavinum í gjár

 Tá eystfallið kemur, og tað er eystanætt, so rekur tað upp í ættina, so tað blívur sera buldrasligt. So tá vit vóru ov seinir máttu vit bíða eftir vestfallinum. Tá bleiv so nógv meira vindur, men tað var slættari á sjónum, sigur Hjaltur Poulsen.

Skiparin sigur, at tað gekk fínt at sigla kortini.

Men, vóru vit farnir inn beinanvegin, tá vit vóru lidnir, so høvdu vit ikki klárað tað, tí tað vóru so nógvir brotasjógvar tá, sigur Hjaltur Poulsen.

Aldurnar um 10 metrar

Hann hevur sum vera man upplivað nógv á sjónum, og hóast vindurin var harðari enn hann helst hevur upplivað áður, so vóru aldurnar ikki so galnar.

Aldurnar vóru um 10 metrar. Eg havi upplivað upp í 20 metrar aldur, so tað bilti ikki, sigur Hjaltur Poulsen.

Teir liggja nú trygt við kei i í Klaksvík, og fara helst avstað aftur í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Morgunlestur fríggjadagur 29.mai 2026
208233
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945