Illgruni um corona-smittu á ferðamannaskipi

bannari
Illgruni um corona-smittu á ferðamannaskipi
Eitt týskt ferðamannaskip við 1.200 ferðafólkum umborð liggur við bryggju í Haugesund í Noregi
Týska ferðamannaskipið, Aida Aura, liggur við bryggju í Haugesund, tí illgruni er um, at ferðafólk, sum eru smittað við coronavirus, eru á skipinum
Mynd: NRK  
 
03.03.2020 - 07:58

Týska ferðamannaskipið, Aida Aura, sum hevur 1.200 ferðafólk umborð, liggur við bryggju í Haugesund í Noreg.

Illgruni er um, at fólk, sum eru umborð á skipinum, eru smittað við COVID-19 virus. Tað skrivar heimasíðan hjá norska kringvarpinum, NRK.

Tað er reiðaríið sum hevur heitt á norsku myndugleikarnar um at lata skipið liggja, til kanningar eru gjørdar, og úrslitið av kanningunum verður helst greitt seinnapartin.

Úrslitið av kanningum greitt seinnapartin

Illgrunin um, at ferðafólk, ið eru smittað við coronavirus eru umborð, kom í, eftir at tvey fólk á skipinum høvdu hitt eitt fólk, ið seinni vísti seg at vera smittað.

Embætislæknin í Haugeseund, Tveis Quale, sigur, at kanningarnar eru sendar til sjúkrahúsið í Haugesund, og at úrslitið verður greitt seinnapartin. Hann heldur ikki, at tey bæði týsku fólkini eru sjúk.

Umleið 90.000 fólk eru higartil smittað við COVID-19 virusinum, helvtin eru frísk aftur, meðan umleið 3.000 eru deyð, nógv tey flestu í Kina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115