Kunnu ikki forða ferðafólki at sleppa í land

bannari
Kunnu ikki forða ferðafólki at sleppa í land
Ferðafólkaskipið Magellan kemur á Havnina í morgin ári, og skiparin skal senda myndugleikunum nágreiniliga frágreiðing um heilustøðuna umborð
1.452 ferðafólk eru við Magellan, og manningin er 600 fólk
 
06.03.2020 - 09:50

Í Íslandi er sama tilbúgving sum í Føroyum, nú ferðafólkaskipið Magellan kemur hendanvegin. Við skipinum eru 1.452 ferðafólk og manningin telur 660.

Skiparin skal senda myndugleikunum nágreiniliga frágreiðing um heilsustøðuna umborð. Tað segði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, í gjár.

Og sama mannagongd verður brúkt í Íslandi.

Magellan kemur úr Onglandi. Skipið kemur á Havnina í morgin ári klokkan sjey, og fer til Reykjavíkar í annaðkvøld klokkan sjey. Hagar kemur tað mánamorgunin. 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at føroyskir myndugleikar hava ikki heimild til at nokta ferðafólkum at koma í land, um eingi sjúkutekin um corona eru staðfest umborð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329