Ongin fótbóltur í morgin

bannari
Ongin fótbóltur í morgin
Fyrsta umfar í landskappingini hjá monnum, sum skuldi spælast í morgin, er útsett eina viku
Í fyrsta dysti skuldu føroyameistararnir KÍ og silvurvinnararnir B36 bresta saman í Klaksvík
Mynd: savnsmynd  
 
07.03.2020 - 19:27

Tað boðar Fótbóltssamband Føroya frá í kvøld.

Starvsnevndin hjá FSF avgjørdi í gjár, at dystirnir í bestu mansdeildini skuldu spælast uttan áskoðarar, orsakað av smittuvanda. Men nú hevur starvsnevndin eftirmett ta avgerðina og í staðin gjørt av at útseta fyrsta umfar til sunnudagin 15. mars.

Sostatt verður ongin fótbóltur á skránni í bestu mansdeildini í morgin, og av somu orsøk, verður útvarpssendingin Bólturin eisini tikin av skránni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858