- Tíðindi, mentan og ítróttur
Venjarin: Endiliga eydnaðist at vinna
Eyðun Klakstein var glaður og væl nøgdur eftir tepra sigurin á Moldova á Tórsvølli.
Hann hevur staðið á odda fyri einum føroyskum landsliðið, sum ikki er farið av vøllinum sum sigursharri, sjálvt um avrikini í fleiri førum hava verið ivaleysa góð.
Nú tað endiliga eydnaðist, hevði tað bæði 2. pláss í bólkinum við sær og uppflytingardystir úr deild C upp í deild B í vár.
- Eg hevði hesa kensluna av, at alt stóð og fall ikki við hesum eina dystinum, men hetta var ein øgiliga góður møguleiki, og eg haldi vit góvu alt, sum vit kundu, segði landsliðsvenjarin.
Føroyska byrjanin var góð. Hart trýst langt frammi á vøllinum frá byrjan, sum hevði nakrar hálvgóðar kjansir við sær. Tíbetur eydnaðist eisini Áka Samuelsen at skora, tá 25 minuttir vóru farnir.
- Tað var so planurin, og vit fingu tíbetur mál. Tað er ikki altíð, at tú fært mál í hasum løtunum, men tað fingu vit, segði Eyðun Klakstein.
Moldova trýsti nakað miðskeiðis í seinna hálvleiki, men eftir trífalda útskifting riggaði betur. Kanska serliga tí ungi Aron Benjaminsen vann Føroyum bæði fríspørk, horna og yvirhøvur spældi væl uttan ótta yvirhøvur.
- Hatta er ein spælari, sum kann nakað og nakað øðrvísi. Og í dag var so løtan komin til at vit bara tveittu hann inn, og hann var nær við at skora. Spell, at hann ikki fekk mál. Tað hevði verið stuttligt hjá honum og okkum, segði venjarin.
Lutakastið til røkkstøkk-dystirnar verður fríggjadagin, og tá vera Føroyar í pottinum.





















