- Tíðindi, mentan og ítróttur
Áki tordi ikki at hyggja: - Fleyg oman í tunnilin
Áki Samuelsen skeyt avgerandi málið í tepra sigrinum ímóti Moldova, sum tryggjaði Føroyum 2. plássið í bólkinum og uppflytingardystir næsta ár.
Tað er ikki meir enn vanligt hjá vonginum. Hetta var hansara tríðja mál í Nations League, og fyrrverandi HB-spælarin hevur prógva við manér, at hann hoyrir heima á liðnum.
Verri var hjá vonginum, sum varð útskiftur í seinna hálvleiki, at sita og hyggja at síðstu minuttunum av føroyska bonkinum.
- Also, forferdiligt. Tá teir fingu hatta frísparki uttanfyri sekstanmeturin, tá fleyg eg oman í tunnilin og hugdi. Eg kláraði tað slett ikki. Sjálvandi bjargaði Mattias. Tað visti eg eisini innast inni, men eg var eitt sindur bangin allíkavæl, segði fegni málskjúttin.
Málið miðskeiðis á fyrra hálvleiki var gott. Odmar Færø fann Adrian Justinussen, sum sendi bóltin fyrstu ferð afturum verjuna og til Áka Samuelsen, sum skeyt lágt ímillum beinini á málverjanum.
- Eg síggi, Adrian fær hann uttanfyri sekstanmeturin, og eg eri nokkso leysur á høgra veingi, og eg veit, at hann fer at avlevera, tí hann hyggur at mær áðrenn, segði Áki Samuelsen.
- Eg veit ikki ordiliga. Eg siktaði í longra hornið ella ímillum beinini. Vit kunnu siga, at tað var meiningin, segði Áki Samuelsen, sum nú kann gleða seg til uppaftur fleiri spennandi landsdystir næsta ár.






















