Grønland: Vóru ikki smittað

bannari
Grønland: Vóru ikki smittað
- Hetta vóru góð boð at fáa, sigur eitt av ferðafólkunum, sum vóru undir illgruna fyri at vera smittað av coronavirusinum
 
10.03.2020 - 12:59

Tey trý ferðafólkini, sum kendu seg sjúk í flogarinum úr Keypmannahavn til Grønlands í gjár, eru ikki smittað av corona-virusi.

Tað skrivar Sermitsiaq.gl.

- Tað vóru sera góð boð at fáa, sigur Alexandra Pipaluk Hemmeken, sum var eitt av teimum trimum ferðafólkunum, sum vóru undir illgruna fyri at verða smittað av coronavirusinum.

Tey trý fólkini hava verið avbyrgd á einum gistingarhúsi í Kangerlussuaq.

Alexandra Pipaluk Hemmeken lesur til lærara, og hon hevur undirvíst í einum skúla í Havn í fýra vikur, skrivar Semitsiaq. Landslæknin gav henni boðini um, at hon ikki er smittað.

Hini 55 ferðafólkini, sum vóru við flogfarinum, vóru eisini sett í sóttverju, men tey sleppa nú úr sóttarhaldinum, skrivar Semitsiaq.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809