– Ferðafólk mugu bíða eftir boðum

bannari
– Ferðafólk mugu bíða eftir boðum
Føroysku myndugleikarnir hava nú sett Danmark á reyðalista, og ferðafólk, sum eftir ætlan koma til Føroya í morgin, mugu bíða eftir boðum
Johanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways
 
12.03.2020 - 22:36

Løgmaður segði í Degi og Viku í kvøld, at føroysku myndugleikarnir hava sett Danmark á reyðalista. Samstundis segði Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, við Dag og Viku, at Atlantsflog framyvir ikki tekur ímóti ferðafólki úr reyðum økjum. 

Tað merkir allarhelst, at ferðafólk úr Danmark - sum nú er eitt reytt øki - sleppa ikki við Atlantsflog til Føroya frá í morgin at rokna.

Óvist, hvat tað merkir fyri tey ferðandi

Johanna á Bergi sigur í kvøld, at tey skulu á fund við fíggjarmálaráðharran í morgin fyrrapart, og tá verður støða tikin til, hvat skal henda við ferðafólkunum úr Danmark, sum hava pláss umborð á Atlantic Airways í morgin. 

– Vit vita ikki enn, hvat hetta merkir fyri okkara ferðandi, men tey mugu bara bíða eftir boðum, sigur Johanna á Bergi, sum kortini ger greitt, at føroyingar sleppa úr Føroyum kortini sum vant. 

Í morgin standa trý flogfør til at koma úr Danmark. Tað fyrsta lendir sum nú er beint eftir klokkan 12 í morgin. Eisini er eitt flogfar, sum kemur úr París í morgin og eitt úr Keflavík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961