Fróðskaparsetrið setir strong tiltøk í verk

bannari
Fróðskaparsetrið setir strong tiltøk í verk
Arbeiðsferðir uttanlands verða avlýstar, ráðstevnur útsettar, og fjarlestur skal skipast í staðin fyri vanliga undirvísing, sigur rektarin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.03.2020 - 09:17

Í langa tíð hava spritt, leiðbeinandi plakatir um at vaska sær um hendurnar og upplýsingar um Corona-virus annars sett dám gerandisdagin á Fróðskaparsetri Føroya. Men støðan broytist frá degi til dags.

Leiðslan á Setrinum boðar nú frá nýggjum og herdum tiltøkum í eini roynd at forða fyri, at smitta við covid-19 skal breiða seg.

- Tiltøkini, sum vit nú seta í verk, eru rættiliga strong, men neyðug, tí vit kenna vandan við einki at gera. Vit mugu gera okkara part at hjálpa til, so tamarhald er á virussinum í Føroyum, sigur Chik Collins, rektari, við Kringvarpið.

Seinnapartin í gjár boðaði hann starvsfólki og studentum frá, at so at siga øll onnur viðurskifti kunnu bíða, tí smittuforðandi tiltøkini hava allarfremstu raðfesting á Fróðskaparsetrinum nú.

Fjarlestur

Nú er fremsta raðfestingin á Setrinum at stuðla studentunum at fáa sína undirvísing í tí torføru støðu, sum coronavirusið skapar. Øll starvsfólk hava fingið boð um, at fjarlestur nú skal fáast at  virka, har tað ber til - í øllum førum til 14. apríl.

Øll arbeiðsørindi uttanlands, til 20. apríl,  verða eisini avlýst, og virksemi, sum savnar nógv folk, verður somuleiðis avlýst ella útsett. Eisini stendur starvsfólki í boði at arbeiða heimanífrá, um tað ber til.

- Sum týdningarmikil og stórur stovnur í Føroyum er tað okkara skylda at seta tiltøk í verk, sum byggja á vitan. Vit gera hetta ikki av ótta, men tí vit vita aðrastaðni frá, hvussu ringt tað kann verða, um vit lata standa til, sigur Chik Collins, rektari við Kringvarpið.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659